Eg eiti Torgeir Petersen, lesi gudfrøði og eri formaður í Eliaskirkjuni í Keypmannahavn. Tá eg byrjaði at lesa gudfrøði, var tað við einum ynski um at hjálpa menniskjum at lesa og skilja bíbliuna og at fylgja Jesusi eftir. Nú seks ár seinni tók eg avgerðina at stovna ÍVF Kallið og heimasíðuna Kallid.fo. Her fari eg at leggja ymiskt guðfrøðiligt tilfar út. Í hesum sambandi havi eg skrivað bóklingin Kallið at gera lærusveinar. Bóklingurin er ein hjálp at byrja lærusveinabólkar, har mann í smærri bólkum stuðlar og hjálpist at við taka ímóti kallinum at fylgja Jesusi, verða broytt av honum og liva fyri hansara missión - sum er at gera lærusveinar.
Endamálið við Kallinum er:
At kalla og hjálpa menniskjum at fylgja Jesusi eftir.
Vælkomin at seta teg í samband við meg um tú hevur spurningar um eitt hvørt.
Vinarliga Torgeir Petersen