Eg eiti Torgeir Petersen, lesi gudfrøði og eri formaður í Eliaskirkjuni á Amager. Tá eg byrjaði at lesa gudfrøði, var tað við einum ynski um at hjálpa menniskjum at lesa og skilja bíbliuna og at fylgja Jesusi eftir. Nú seks ár seinni tók eg avgerðina at stovna mína egnu heimasíðu, har eg fari at leggja ymiskt guðfrøðiligt tilfar út. Í hesum sambandi havi eg skrivað bóklingin Lærusveinabólkar - Tey fimm T'ini, sum er ein hjálp til at byrja lærusveinabólkar, har mann í smærri bólkum stuðlar og hjálpist at við at fylgja Jesusi, verða broyttir av honum og liva fyri hansara missión - sum er at gera lærusveinar.